Summar tilboð - eisini í sept.
Vælumtøktu tilboð okkara halda fram til 30. sept.! Lesa meira niðanfyri.
Kim Novaa frá Qura vitjar 17. og 18. sept.
Nú er aftur møguleiki at bíleggja tíð til serligu viðgerðirnar. Tú kanst bíleggja tíð til, Restylane, Botox, permanent make-up og serliga peelingviðgerð. Bílegging skjótast gjørligt, tiltakið er treytað av nóg stórari undirtøku. Spyr eftir Mariu, sum kann upplýsa meira um hesar viðgerðir og prísir
Kosmetologur/Make-up artistur
Vit sóknast eftir einum starvsfólki við hollum royndum og serligum áhuga innan vakurleikarøkt.
´
Neyðugt er við útbúgving sum kosmetologur, kosmetikari og ella make-up artist.
Arbeiðstíð, byrjan og aðrar setanartreytir tosa vit um.
Spurningar um starvið eru vælkomnir til Mariu Vilhelmsen á tlf. 518075. Les eisini meira um Cosméto á heimasíðuni.
Hevur hetta tín áhuga, so send okkum eina umsókn til cosmeto@cosmeto.fo
, ella ring, í seinasta lagi mánadagin 6. sept.
Summar tilboð
.
Uppfrískandi andlitsviðgerð – bert kr. 199!
Uppfrískandi andlitsviðgerð – reinsan, húðgreining, mýking, maska og krem í júst hóskar til tína húð. Viðgerðin er serliga samansett til hetta høvi og tekur hálvan tíma – Allan juli og august lata vit hesa serligu viðgerð fyri bert kr. 199.
Silkpeel diamant peeling/slíping – bert kr. 300!
Silkpeel diamant peeling av andlitshúðini reinsar sera munagott burtur deyðar húðkyknur og frískar upp húðina. Kann viðmælast í sambandi við summarfrítíðina. Vanligur prísur er kr. 600, spar kr. 300.
Voksa leggir fyri bert kr. 130
Voksa leggir í juli og august fyri bert kr. 130, vanligur prísur er kr. 230, spar kr. 100.
Ella tú kanst tú voksa beinini v/bikini og fáa kr. 100 í avsláttri av vanliga prísinum.
Massaga/vælverumýking – bert kr. 250
Olju-kropsvælverumýking við ella uttan Hot-stone, allan kroppin ella bert rygg í hálvan tíma, einans kr. 250, vanligur prísur er kr. 298. GG. Av misgávum stendur henda til vanliga at kosta kr. 350, í tíðindaskrivinum.
Vinnarin av eini basis andlitsviðgerð
Allir móttakarar av tíðindaskrivinum luttaka hvønn mánað í einum lutakasti um eina basis andlitsviðgerð. Vinnarin hesaferð er Sigrid Petersen. Vit ynskja tær hjartaliga tillukku og gleða okkum til at forkela teg.
Make-up og húðrøktarproduktir við sólfaktor
Hugsa eisini um, at verja húðina móti skaðiligum sólargeislingum. Vit hava sera stórt úrvæl av make-up og húðrøktarproduktum á goymslu, eisini við høgum faktor til sólverju.
Støkk inn á gólvið og fá holla vegleiðing.
Maria