
VIÐGERÐIR
Hjá Cosméto hava vit alt, tær tørvar, fyri at kenna teg væl. Viðgerðirnar á Cosméto eru sera umfatandi innan vakurleikarøkt og eru fyri bæði kvinnur og menn.
Andlits- og kropsviðgerðir eftir konseptinum hjá vælkendum veitarum sum Medex og Ole Henriksen.
Eisini bjóða vit kosmetiska viðgerð við Ellipse Light lasara og Veinwave, sum eru bestu tól á marknaðinum til hártøku, húðynging og viðgerð av sjónligum æðrum í eitt nú andlitinum. Rukkuviðgerð í andlitinum verður gjørd við náttúrliga evninum Restylane.
Spa-viðgerðir og gosbað eru eftir konseptinum hjá sponsku fyritøkuni Germaine og kenda danskaranum Ole Henriksen.
Harumframt leggja vit make-up, og geva fótarøkt og handarøkt.
Sjálvbrúnaraviðgerðir við SunSpa spreyum og St. Tropez kremum eru eisini sera væl umtóktar. |