COSMÉTO UMBOÐAN
Cosméto umboðar nógv góð húðrøktarproduktir frá kendum og vælumtóktum veitarum - set teg í samband við okkum, um tú ynskir at selja/forhandla produktir frá einum ella fleiri av hesum veitarum.
Ynskir tú at gerast forhandlari - so lat okkum frætta frá tær!
OLE HENRIKSEN
Ein tann størsti vakurleikaserfrøðingurin í USA er danin Ole Henriksen. Hann er búsitandi í Los Angeles og hevur vakurleikastovur á m.a. Sunset Boulevard. "Less is more" er grundarlagið undir viðgerðunum og vørunum hjá Ole Henriksen. Bert reinastu oljurnar og plantuúrdráttirnir verða nýttir í vørunum, sum hann hevur ment. Vørurnar hjá Ole Henriksen innihalda hvørki luktilsi, paraffin, voks ella mineralskar oljur.
Les meira um Ole Henriksen her.
YOUNGBLOOD
Youngblood Mineral Cosmetics er ein make-up røð, ið er gjørd úr malnum mineralum uttan luktilsi, oljur, talkum ella lanolin. Henda røðin er til teirra, sum vilja hava ein náttúrligan valmøguleika.
Røðin umfatar fast og leys putur, sum kann nýtast vátt ella turt, ella blandast í dagkrem sum foundation, puturskuggar, sum kunnu tónast út ella nýtast vátir fyri at fáa eina metalliska útsjónd og varrastiftir í bleytum litum.
Youngblood Mineral Cosmetics er ein røð, sum hóskar til allar húðtónar.
Les meira um Youngblood her.
DR. MURAD
Dr. Howard Murad er serfrøðingur innan húðrøkt. Murad er útbúgvin apotekari og húðlækni og hevur egna viðtalu. Harumframt undirvísir hann á universitetssjúkrahúsinum í California. Vørurnar hjá Dr. Murad eru sera effektivar, og geva góð úrslit. Kendastu vørurnar hjá Dr. Murad eru C-vitamin-vørurnar, ið hava hægsta C-vitamin-innihald á marknaðinum.
Les meira um Dr. Murad her. |