Til ber at bíleggja tíð á tlf.  31 80 70

Keypskurv (0)

Keypskurvin er tóm

ANDLITSVIÐGERÐIR FYRI KVINNUR OG MENN

Vit bjóða andlitsviðgerðir eftir konseptinum hjá vælkendum veitarum sum Medex og Murad. Vel eina av viðgerðunum niðanfyri - við Medex ella Murad produktum, ella lat okkum meta um hvat hóskar best til tín tørv. Eisini kunnu vit veita serligar kosmetiskar viðgerðir sum slætta møguligar rukkur og húðynging við ávikavist Juvederm, Botox og Ellipse lasara.

 

1200 Luksus andlitsviðgerð - til tín, ið vil nakað heilt serligt

Andlitið verður reinsað, deyðar húðkyknur "exfolierast" burtur undir dampi, "Eukalyptus inhalations therapi", djúpdarreinsing og brýr verða rættaðar. Mýking av andliti, hálsi, herðum og skalla. Maska á andlit og háls og í meðan fáa hendurnar vælverumýking. Viðgerðin endar við munagóðum, nørandi og røktandi andlitskremum, sum hóska til tín tørv, og bleytgerandi varrakremi. Til hesa viðgerð kanst tú eisini velja at fáa AHA fruktsýruviðgerð ella luksusmasku til eyguni.

 

Viðgerðin tekur uml. 90 min. og kostar kr. 700.-

 

 

1202 Basis (vanlig) andlitsviðgerð 

Andlitið verður reinsað, deyðar húðkyknur "exfolierast" burtur og møguligar óreinskur verða eisini reinsaðar burtur.  Mýking av andliti, hálsi og herðum. Maska á andlit og eygu og í meðan fáa hendurnar vælverumýking. Viðgerðin endar við munagóðum, nørandi og røktandi andlitskremum, sum hóska til tín tørv, og bleytgerandi varrakremi.

Viðgerðin tekur uml. 55 min. og kostar kr. 550.

 

 

1203 Dupult andlitsviðgerð 

Dupult andlitsviðgerð er har tveir persónar fylgjast til somu viðgerð. Dupultviðgerðin er sera væl umtókt. Tit velja sjálvi hvør viðgerðin skal verða og prísurin er 2xvanligur prísur. Viðgerðin verður framd av sama kosmetologi og tekur tilsvarandi longri tíð, men bæði verða forkela og fáa eina stóra lekra uppliving samstundis.

 

1204 Viðgerð fyri acne ella aðrar húðtrupulleikar

Sera munagóð djúpdarreinsan í andliti, ella tilsvarendi ryggviðgerð. Andlitið verður reinsað, djúpdarreins, peeling, damp, útreinsing, maska, ampul, maska, galvanisk streymviðgerð eftir ynski, og at enda nørandi og røktandi dagkrem og varrakrem.

Viðgerðin tekur uml. 45 min. og kostar kr. 550

 

1205 Kurviðgerð við fruktsýru (AHA)

Viðgerð fyri pigmentbroytingar, acne og fínar rukkur. Bøtir eisini um fuktjavnvágina. Andlitið verður reinsað, djúpdarreins, peelingmaska, damp, útreins, AHA fruktsýra, maska, serum og at enda nørandi og røktandi dagkrem og varrakrem.

Viðgerðin tekur uml. 60-70 min. og kostar pr. viðgerð kr. 750 

 

1206 Uppfrískandi andlitsviðgerð

Forkela teg sjálvan og fá strálandi vakra og fríska húð meðan tú tekur tær av løttum eina løtu.

Andlitið verður reinsað, deyðar húðkyknur "exfolierast" burtur undir aromadampi. Maska, ið hóskar júst til tín, á andlitið og løtt forkelandi mýking. Til seinast "collagen buster serum", krem til eygu, háls og andlit.

Viðgerðin tekur uml. 30 min. og kostar kr. 298

 

1207 Ung húð/teenage andlitsviðgerð

Djúpdarreinsan til ung undir 18 ár. Andlitið verður reinsað, djúpdarreins, peelingmaska, damp, útreinsan, maska, og at enda nørandi og røktandi dagkrem og varrakrem.

Viðgerðin tekur uml. 35-40 min. og kostar kr. 299

 

1208 Andlitsmýking

Forkelandi og styrkjandi mýking av fínu andlitshúðini við angandi og vælgerandi aromaoljum.

Viðgerðin tekur uml. 30 min. og kostar kr. 298

 

1209 Diamantslíping við Silkpeel - Ein heilt serlig uppfrískandi viðgerð

Umframt húðslíping við diamanthøvdi verður samstundis innslúsað sera virkin evni, alt eftir hvat húðini tørvar, ein sokallað vátslíping - húðynging, fuktviðgerð, bleiking ella acneviðgerð. Eisini er møguleiki at velja eitt c-vitamin boost. Viðgerðin verður brúkt av nógvum húðlæknum og medisinskum Spa í USA.

Viðgerðin er heilt serlig ti at talan er um eina vát-slíping og tískil sera góð fyri húðina. Ein kann velja millum 4 ymisk evni til viðgerðina, bleiking, Acne, pigmentering og c-vitamin boost.

Viðgerðin er eisini sera vælegnað sum ein kurur yvir fleiri vikur, alt eftir hvussu støðan er við húðini - fá eina óbindandi húðgreining pg ráðgeving um viðgerðarmøguleikarnar og útlit til betran av húðini.

Er sera vælegnað at fremja innan aðra viðgerð, t.d. laserviðgerð, hettar tí at húðin verður serliga væl reinsað.

 

Einasta maskina av sínum slagi í Føroyum!

 

1209 Andlitsviðgerðin tekur umleið 30 min. og kostar kr. 650, iroknað serlig aktiv serum í sambandi við viðgerðina

1210 Hálsur kr. 

1211 Handaviðgerð kr.

1212 Andlit, háls og décolleté kr.

1213 Ryggur og akslar frá kr.

 

1214 Æterisk andlits & Dekolleté lift 

Vælgerandi anti-age viðgerð, frá Medex, til húð ið krevur nakað heilt serligt. Viðgerðin er samansett av 14 stigum, avikavíst avreinsan við Lait Elure, dýbdarreinsan, peeling við Bio Exque masku, serlig fokusøki fáa viðgerð við Actiprotin, andlitsmaska og dekolleté-mýking, avreinsan av masku, eygnaviðgerð við Avosten Eye Mask og Actiprotin, andlitsmýking og dekolleté-maska, serum viðgerð við Gel de Calendula, intensiv Masque Myrrha maska, Aqua Rosa verður tilsett maskuna, avreinsan av masku, viðgerð við Equendio Cream ella Créme de Caviar og at enda vegleiðing í produktum til framhaldandi viðgerð heima.  Viðgerðin tekur uml. 1,5 - 2 tímar og kostar kr. 1.495,-.

 

1215 Gentlemen's treatment

Andlitsviðgerð fyri menn. Húðin verður reinsað, rættan av brúm, aromadamp, andlitsmýking í uml. 20 min., viðgerð við serum og at enda nørandi og røktandi dagkrem. Viðgerðin tekur uml. 1 tíma og kostar kr. 460,-.

 

Samstundis fært tú holla vegleiðing í húðrøkt og til heimabrúk hava vit, t.d. eina kremrøð í nevnist "Medex for Men".

 

1216 Anti age kaviar andlitsviðgerð

Nýggj slóðbrótandi anti age andlitsviðgerð frá Medex, sum er sera nørandi og uppbyggjandi fyri húðina. Viðgerðarproduktið inniheldur m.a. stør kaviar, grøna algu og kollagen.  Viðgerðin tekur uml. 1,5 tíma og kostar kr. 898,-.

 

Samstundis fært tú holla vegleiðing í húðrøkt. Til heimabrúk hava vit tvey ymisk krem í serflokki Beau Relax og Creme De Caviar, ávikavist anti age og nørandi krem.

 

1217 Luksus - samansett viðgerð

Avslappandi andlitsviðgerð v/dekollté, ryggmýking, handaviðgerð v/neglalak, lita vippur og brýr og at enda løtt dag make-up. Ímeðan kanst tú leska tær við frískari frukt og juice.

Viðgerðin tekur uml. 2 tímar og kostar kr. 1.495,-.

 

Samstundis fært tú holla vegleiðing í húðrøkt og til heimabrúk hava vit tvey ymisk krem í serflokki Beau Relax og Creme De Caviar, avikavist anti age og nørandi krem.

 

1218 Serviðgerð til viðkvæma húð

Serviðgerð til andlitshúð við eksem, viðkvæma og sera turra húð. Viðgerðin umfatar: reins, mýking av andliti, dekollté og herðum. Peeling, damp, útreinsing, rættan av brúm, maska, serum, egna-, dag- og varrakrem. Húðgreining og vegleiðing.

Viðgerðin tekur uml. 75 min. og kostar kr. 650,-.

 

Dermaroller húðynging - heimaviðgerð og klinikviðgerð

 

Serum8 er eitt danskt produkt sum hevur staðið sýna roynd innan húðynging á danska og útlendska marknaðinum. Byrjað verður við heimaviðgerðum  har húðin  skal "rullast" við Dermaroller8 og smyrjast við Serum8 hyaluronsýru 2-3 ferðir um vikuna í 4-5 vikur, síðan skal ein hava klinikk viðgerð á Cosméto,, sum fer meira í dýbdina.

Umráðandi er, at fáa køna vegleiðing innan byrjað verður við heimaviðgerðini og tískil fremja vit fyrstu "heimaviðgerðina" á Cosméto, saman við kundanum, uttan eykakostnað. 

Serum8® Dermaroller  er sera gott, bæði sum fyribyrging, og sum viðgerð fyri fínar linjur, rukkur, arr, strekkmerkir, sólskaðar (pigmentplettir) og styrking av húðini. Er eisini sera virkið til óreina húð. 

 

Heimasettið kostar kr. 1.895, íroknað eina "heimaviðgerð" á Cosméto

Klinikkviðgerðin av andlitinum kostar kr. 1.500 og 3 ferðir fyri kr. 4.000

Dermapen viðgerð av avmarkaðum økjum á andlitinum kostar kr. 900

 

Les meira her um Dermaroller8 og Serum8: www.dermacosmetics.dk/behandlinger/hjemmebehandling.html

Vælkomin at støkka innar á Tinghúsvegi 55, ella ring 318070 og avtala eina óbindandi, ókeypis vegleiðing, til hesa heilt serligu húðyngingarviðgerð

 

 

Eyka forkelilsi í samband við eina vanliga andlits-, krops-, handa- og fótaviðgerð:

1259 Liting av brúm ella vippum kr. 80

1261 Mini handaviðgerð (manicure) kr. 150

1262 Fuktgevandi parafinbjálving av hondum kr. 150

1263 Hártøka við voks - yvirvørr ella høka kr. 80

1264 Løtt Make-up kr. 75

1265 Fruktsýra kr. 100

1266 Ryggmýking í 15 min. kr. 150

1267 Voksa høku og yvirvørr kr. 160

 

1705 Húðynging við Medex Mesoterapi/plastic Neuro - uttan nálir

Ein nýggj og sera munagóð húðynging, sum betrar um húðina sum heild - slættar fínar rukkur, gevur fastari og yngri húð. Mælt verður til 3 viðgerðir og síðani 1 viðgerð pr. ár fyri at viðlíkahalda úrslitið. Mælt verður eisini til, at brúka tey nýggju Medex Kaviar produktini til heimabrúk.

Viðgerðin tekur umleið 90 min. og kostar kr. 1850.

 

1701 MINKA UM SJÓNLIGAR ÆÐRAR OG BLÓÐKØR Í ANDLITINUM - VIÐGERÐ VIÐ VEINWAVE

Spyr um prís, ókeypis viðtala og ráðgeving. Viðgerðin verður framd

av læknagóðkendum og serútbúnum kosmetologi.

 

Prísir frá kr.

350,-

1300 ELLIPSE LIGHT-IPL LASARAVIÐGERÐIR

Ellipse er framleitt í Danmark og er ein klinisk væl roynd skipan við sera góðum úrslitum. Viðgerðin við Ellipse er sera vælegnað til viðgerð fyri óynsktan hárvøkstur, reyða ella flekkuta húð, sprongd blóðkør, pigmentbroytingar og húðynging sum heild.

 

Avtala eina ókeypis viðtalu har vit kanna viðgerðarmøguleikarnar og avtala ein prís. Sí eisini serligan príslista fyri hártøku. Prísir frá kr. 300 pr. viðgerð.

 

Vanliga skulu 4-6 viðgerðir til fyri at fáa eitt gott úrslit.

 

Avsláttur - keyp 5 viðgerðir beinanvegin og spar 10%.

 

Les meira um Ellipse her